7. september megnaði føroyska A-landsliðið javnleik 1-1 móti Norðurmakedonia á Tórsvølli í bólki 4 í Deild C í Nations League.
Tríggjar dagar seinni vann Norðurmakedonia á heimavølli 2-0 á Armenia á heimavølli, og í kvøld hevur Norðurmakedonia aftur gjørt bart.
Í Riga í Lettlandi vann Norðurmakedonia trivaligan 3-0 sigur á Lettlandi. Hagtølini fyri royndir innanfyri málrammurnar søgdu 7-2 til Norðurmakedonia.
Jani Atanasov legði útiliðið á odda 10 minuttir undan steðginum. Lirim Qamili økti til 2-0 í 70. minutti, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Eljif Elmas sigurin.
Norðurmakedonia er fremst í bólki 4 við sjey stigum. Armenia og Lettland hava trý stig hvør, og Føroyar hava eitt stig.
Við sigri á Armenia á Tórsvølli í kvøld kunnu Føroyar vinna seg upp á annað plássið í bólkinum.