Nations League: Slovakia er greiður favorittur móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Slovakia

Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í bólki 1 í Nations League deild C.

 

Mótstøðuliðið hjá Føroyum verður bólkavinnarin, Slovakia sum hevur 15 stig. Føroyar hava 10 stig á øðrum plássinum.

 

Dysturin kann stroymast á kvf.fo, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Í útidystinum í Slovakia 21. februar taptu Føroyar 0-3.

 

Slovakia er greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 10,82 og 21,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,32 og 7,00.

 

Oddsini upp á útisigur til Slovakia liggja millum 1,08 og 1,18.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##