Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix

Netflix roynir at fáa fólk at gevast við at deila konto við fleiri húsarhald

Eitt teldubræv skal í fyrstu syftu gera brúkarar varugar við, at teir býta eina Netflix-kontu við fleiri húsarhald.

 

Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix

Stroymingartænastan Netflix fer týsdagin undir at senda ein teldupost til haldarar, sum býta konto sína við persónar uttan fyri húsarhaldið.

Tað upplýsir Netflix í tíðindaskrivi.

Hetta verður gjørt, eftir at Netflix áður hevur boðað frá, at tey fara at seta tiltøk í verk, soleiðis at sami brúkari ikki kann vera í fleiri húsarhaldum.

– Ein Netflix-konta er roknað til eitt húsarhald. Øll, sum búgva í húsarhaldinum, kunnu brúka Netflix, líka mikið hvar tey eru – heima, á ferð, úti og ferðast – og brúka nýggju funkurnar við at flyta profil og umsita atgongd og eindir, skrivar Netflix.

Danska blaðið Politiken skrivaði fyrr í ár, at tað fer fram ein umfatandi deiling av kotum til stroymingartænastuna.

Í veruleikanum er talan um yvir 100 milliónir haldarar, sum Netflix metir, býta síni loyniorð við fólk uttan fyri húsarhaldið.

Tað kostar Netflix milliardir krónur í mistum inntøkum, skrivaði blaðið.

Í teldubrævinum, sum Netflix fer at senda til kundar í Danmark, ger Netflix vart við, at ein konto brúkast av teimum, sum tú býrt saman við.

Um tú endiliga vilt deila eina konto við persónar uttan fyri húsarhaldið, kanst tú millum annað flyta ein profil til ein nýggjan limaskap, sum viðkomandi rindar fyri.

Netflix skrivar eisini í tíðindaskrivinum, at »vit eru greið um, at limir okkara hava nógv val, tá tað snýr seg um undirhald«.

– Tí gera vit enn íløgur í eitt stórt úrval av nýggjum filmum og røðum – so tað altíð er okkurt gott at síggja á Netflix, líka mikið, hvat tær dámar, mál ella hvørjum tú ert saman við, skrivar Netflix.

/ritzau/

 

 

Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix