Neyðugt at taka hurð av fyri at fáa førara úr bilinum

- Vit vita ikki so nógv um ferðsluóhappið beint í løtuni, men tað tykist eitt sindur ógvusligt, sigur vaktleiðarin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp á Sandavágshálsi í Vágum.

 

- Hetta er eitt soloóhapp, har ein bilur er farin út av vegnum og er endaður á takinum í einari veit.

 

Løgreglan sigur, at sjúkrabilur og sløkkiliðið eru á staðnum, og neyðugt er at taka eina hurð av bilinum fyri at fáa bilføraran út.

 

- Vit vita ikki so nógv um ferðsluóhappið beint í løtuni, men tað tykist eitt sindur ógvusligt, legði vaktleiðarin aftrat.

 

Á løgreglustøðini vita tey heldur ikki í løtuni, hvør orsøkin er til óhappið - um tað møguliga kann vera vindur ella hálka.

 

- Tað vita vit helst seinni, legði vaktleiðarin aftrat.