Nordhavns Regatta: Føroysk mentan í Keypmannahavn hetta vikuskiftið

Skráin er sera fjølbroytt og forkunnug við kappróðri, mati, sangi og øðrum.

Leygardagin 27. mai verður serføroysk stevna hildin í Keypmannahavn, sum Róðrarfelagið Tvørabáturin er vertur fyri.

 

– Hetta er eitt spennandi føroyskt mentanartiltak, sum er snikkað saman við ovastu mentan. Á skránni er útiguðstænasta, løgmaður, kappróður, føroyskur dansur, felagssangur, konsertir, føroysk matsøla og eldri etniskur DJ-tónleikur við ókeypis atgongd, sigur Edmund S. Jacobsen, samskipari.

 

Nógv ymiskt á skrá

 

Tiltakið byrjar á grasfløtuni við sjógvin klokkan 13.

 

Klokkan 13:30 ringir Martin Fjallstein til útigudstænastu við messingklokku, og prestur er Borgny Brünings Hansen, sum hevur danskan organist á harmoniku við sær og føroyskt sálmahefti.

 

Klokkan 14 setir løgmaður Aksel V. Johannesen stevnuna, og síðani eru umleið seks umfør viðkappróðri í føroyskum seksmannaførum í Svanemøllebugten, har føroyskir útisetar hava róð í fleiriættarlið.

 

##med4##

 

Steintór Rasmussen undirheldur við gittara og sangi, meðan tey fyrstu føroysku seksmannaførini í ár vera løgd av eini dómsnevnd - mannað úr teimum seks føroysku róðrarfeløgunum niðri.

 

Tilsamans fara umleið tólv manningar at rógva kapp í seks umførum í Svanemøllebugten, har útisetar hava róð í fleiri ættarlið. Heini Davidsen er frásøgumaður, og at enda er medaljuhandan á útigólvinum við svarta summarhúsið og strondina.

 

Til ber at keypa sær eina danska grillpylsu og okkurt at drekka, og lutaseðlar vera seldir við stórum vinningum.

 

Um nátturðatíð vera øll boðin niðan í teltið og neystið hjá Tvørabátinum nærhendis sjógvin til livandi tónleik við Ready Steady Blues Band og fjøllbroyttari føroyskari matsølu. Rækjuskiparin Kristen Højgaard fer aftur í ár at kokkast um kenda og stóra grýtuættin við muskusoksa.

 

Inni í Pallastovu í neystinum fara tey upp á gólv við góðum kreftum at skipa - Hugin Eide og Tórur Johannsen. Eisini verður rungandi felagssangur í teltinum við góðum harmonikumanni, Tummas Niclasen.

 

##med5##

 

Síðan fara kend stjørnuskot á pallin - Herborg Torkilsdóttir, Ólavur á Váli og Henning Hjalt Nicodemussen – umframt at Rasmus Borðoy fer at diska í tímavís eldri og etniskar slagarar frá Jógvani Telling, Harkaliðnum, Hermanni Jacobsen, Teimum av Kamarinum og fleiri.

 

Tiltakið er ókeypis at vitja, varir í umleið 14 tímar og er stuðlað av Loftbrúnni. Ókeypis rutubilur er á degnum millum regattaøkið og Metrostøðina Orientkaj.

 

– Vit vænta at síggja nógv fólk við Vesterhavsvej 9 í Norðhavnini í Keypmannahavn, sigur samskiparin.

 

Til ber at lesa meira á Facebook-tiltakinum HER.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med6##