Í tíðindaskrivi í morgun sigur norska stjórnin, at Noreg fer at lata Ukraina 50 flutningsakfør - ella beltaakfør - sum tey eisini verða rópt.
- Hesi eru neyðug fyri at fáa fram veitingar til økir, har góðir vegir ikki eru, sigur norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram.
Á altjóða máli vera hesi akfør rópt M548, men norska heiti er NM199, veit norska Dagbladet at siga í morgun.
- Noreg hevur áður latið Ukraina Nasams-loftverjuskipan og stríðsvognar, og landið fer eisini at lata Ukraina F-16 stríðsflogfør, verður lagt aftrat.