Nú er ikki koyrandi til tríggjar bygdir

Men aðrastaðni er ferðslan tarnað

Nú er ikki koyrandi til tríggjar bygdir Men aðrastaðni er ferðslan tarnað Eftir at tað ikki var koyrandi fleiri staðni í morgun, tí tað hevur kavað so illa, sær munandi betri út nú. Serliga í Suðuroy og í Sandoy hevði tað kava so illa sum sjáldan fyrr. Menn frá Landsverki hava grivið kava síðani klokkan fimm í morgun og nú er tað bara tríggjar bygdir, tað ikki er koyrandi til. Á Sandoynni er ikki koyrandi til Skarvanes og harumframt er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum á Gjáarvegnum, og á Elduvíkavegnum. Men aðrastaðni er ferðslan tarnað, tí tað er bara eitt spor grivið. Tað er bara til Sumbiar, til Fámjins, til Saksunar, og til Tjørnuvíkar, at tað ikki er koyrandi. Tað verður framvegis ælaveður hesar næstu dagarnar, mest kavaælingur, men kanska eisini við regni.

Eftir at tað ikki var koyrandi fleiri staðni í morgun, tí tað hevur kavað so illa, sær munandi betri út nú.

Serliga í Suðuroy og í Sandoy hevði tað kava so illa sum sjáldan fyrr.

Menn frá Landsverki hava grivið kava síðani klokkan fimm í morgun og nú er tað bara tríggjar bygdir, tað ikki er koyrandi til.

Á Sandoynni er ikki koyrandi til Skarvanes og harumframt er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum á Gjáarvegnum, og á Elduvíkavegnum. 

Men aðrastaðni er ferðslan tarnað, tí tað er bara eitt spor grivið.

Tað verður framvegis ælaveður hesar næstu dagarnar, mest kavaælingur, men kanska eisini við regni.