Í fjør brúktu vit minni olju enn vit gjørdu í 2021. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í 2021 brúktu vit 312.787 tons av olju, men í fjør minkaði tað niður í 293.449 tons. Sostatt er minkingin 19.338 tons.
Tað er serliga Sev, sum brúkar minni olju. Í 2021brúkti Sev 54.116 tons av olju, men í fjør minkaði tað niður í 34.843 tons. Sostatt var oljunýtslan hjá Sev 19.273 tons minni í fjør enn hon var í fyrrárið.
##med2##
Tað er vinnulívið, sum brúkar nógv tað mestu oljuna, men eisini har er nýtslan kvinkað niðureftir. Í fjør brúkti vinnulívið 180.658 tons av olju og tað er eitt sindur minni enn í 2021, tá ið nýtslan var 184.880 tons.
Oljunýtslan hjá húsarhaldum, og hjá bilum, er eisini kvinkað niðureftir, og tað ger eisini mun í roknistykkinum, serliga tá ið hugsað verður um, at talið á bilum, og á bústøðum, veksur alsamt.
Í 2021 brúktu bilar 36.100 tons av olju og í fjør var tað minkað niður í 34.843 tons.
Í 2021 brúktu húsarhald og felagsskapir 37.691 tons av olju, men í fjør var tað minkað niður í 34.360 tons.
Hagstovan sigur, at oljunýtslan er gjørt upp eftir tølum frá oljufeløgunum og SEV. Føroysk skip, ið bunkra uttanlands, eru við í uppgerðini, men útlendsk skip, ið bunkra í Føroyum, eru drigin frá.