Nú verða spæliplássini raðfest

- Við hesum íløgum ynskir býráðið at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá tey eru uttandura, siga tey í Nes kommunu

Á seinasta býráðsfundi í Nes kommunu varð samtykt at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði.

 

- Gjørd er ein heildarætlan fyri útiøkið við skúlan, og í summar verður so fyrsta byggistigið framt í sjálvum skúlagarðinum. Talan er samanlagt um eina sera stóra íløgu, og tí er neyðugt at taka hetta í stigum.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at í fjør varð eisini ein stór íløga gjørd í spæliplássið í nýggja Frítíðarskúlanum, sum er nógv útbygdur seinni árini.

 

Við hesum íløgum ynskir býráðið at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá tey eru uttandura, siga tey í Nes kommunu í dag.