Tað er nú nakað síðani, at handil hevur verið í Sumba, men nú verður aftur gjørligt at fara til handils í Sumba.
Soleiðis stendur at lesa á bólkinum Sunnbøur á faceook:
Tað er við gleði og spenningi, at vit nú kunnu kunngera, at Handilin í Sumba letur upp leygardagin 9/12
Leygardagin hava okur opið frá kl 9-19, tað vera nógv góð upplatingartilboð.
Jólamenn vitja í bygdini kl 11 og bjóða karamellur.
Sumbiar kommuna bjóðar kringlu og køku í hølunum uppiá.