Nýggj álop á russiskari jørð

Í nátt hevur verið lopið á eina streymstøð í Kursk-regiónini í Russlandi.

Í nátt hevur aftur verið lopið á støð í Russlandi.

 

- Í nátt hevur eitt ukrainskt bumbuálop verið móti einari streymstøð í Russlandi.

 

Tað sigur guvernørurin í Kursk-regiónini í Russlandi sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Guvernørurin leggur aftrat, at tveir býir í regiónini mistu streymin, og ein maður fekk løstir í álopunum.

 

Sambært Reuters er óvist, um streymurin í økinum er komin aftur.

 

Týsnáttina fór stóra Kakhovka-byrgingin í Kherson-regiónini í knús. 

 

Enn er ikki staðfest, hvør stóð aftanfyri atsóknina, og málið var til viðgerðar í ST-trygdarráðnum í gjár.

 

Stór øki á Kherson-leiðini liggja undir í vatni.

 

Fleiri túsund fólk í økinum eru flutt burtur, eins og stúrt verður fyri, at fólk eru deyð í vatnflóðini.