Nýggj vísindalig grein um livfrøðiliga margfeldið í Koltri

Grundkanningin av lívfrøðiliga margfeldinum í Koltri er nú liðug

Mynd: Agnes-Katharina Kreiling

Tjóðsavnið skrivar, at í samband við grundkanningina er ein grein komin út í Fróðskaparritum. Í greinini sæst, at 520 sløg eru skrásett í oynni síðan 2019.

 

Hesi vóru: 56 sløg av fuglum, 146 sløg av plantum og 317 sløg av ryggleysum dýrum, tey flestu teirra skordýr. Heili 242 sløg av ryggleysu dýrunum vóru skrásett í Koltri fyri fyrstu ferð og 49 teirra fyri fyrstu ferð í Føroyum.

 

Tað er týdingarmikil vitan, sum nú er fingin um vistskipanina í Koltri og í Føroyum sum heild. Tjóðsavnið er nú farið undir áhaldandi eygleiðingar og skrásetingar av náttúruni í Koltri. Endamálið er at fáa dátur, sum kunnu geva okkum møguleika, at staðfesta broytingar, sum henda yvir longri tíð og ikki minst, at skilja tær í mun til t.d. verðurlagsbroytingar og lívmargfeldiskreppuna.

 

Landdjóra- og Plantudeildin hjá Tjóðsavninum hava framt verkætlanina saman við granskarum í Føroyum og útlondum. Aage V. Jensens Fonde hava fíggjað stóran part av virkseminum.

 

Tað er ókeypis at taka greinina niður her: https://ojs.setur.fo/index.php/frit/article/view/905

 

Mynd: Agnes-Katharina Kreiling