Nýggjur bátur úr Havn vann spennandi róður

8-mannafør: Gøtu Tróndur bjóðaði leingi nýggja Tórsbátinum av

umborð á Gullbrandi úr Fuglafirði, sum annars ikki er við í kappróðrinum í ár. At havnarmenn róðu við báti úr Fuglafirði í Klaksvík komst av, at nýggja 8-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag ikki var klárt at rógva við.

 

Tórsbáturin var í norðoyastevnuvikuni koyrdur frá bátasmiðinum Sámali Hansen í Saltangará og suður til Havnar, har hann síðani er sproytaður og gjørdur klárur, og í dag var nýggi báturin fyri fyrstu ferð við í FM kappróðri.

 

Og tað gekk sera væl hjá Tórsbátinum, sum sprakk avstað og beinanvegin legði seg framum tveir teir næstu bátarnar. Gøtu Tróndur og Ørvur vóru kortini treiskir. Tó misti Ørvur skjótt, og so vóru tað Tórsbáturin og Gøtu Tróndur, sum kappaðust um fremsta plássið.

 

Á málinum var Tórsbáturin eina bátslongd undan Gøtu Tróndi og so vóru tað tríggjar bátslongdir aftur til Ørv.

 

Tá ið bátarnir vóru farnir um málið, vísti dómarin gula kortið til Tórsbátin og Gøtu Trónd, tí teir høvdu stýrt so skeivt.

 

8 MF

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Tórsbáturin (HR)04:44.35+00.007 
2 Gøtu Tróndur04:48.13+03.786 
3 Ørvur (HR)04:57.17+12.825 
4 Argjabáturin (AR)04:57.26+12.914 
5 Heiðabáturin (NSÍ)05:08.31+23.96 

3