Nýggjur CO2 roknari til føroysku vinnuna

Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan fara í morgin, týsdagin 14. februar 2023, at almannakunngera fyrstu útgávuna av einum ókeypis CO2-rokniamboði, sum ger tað lættari hjá vinnuni í Føroyum at rokna sítt CO2 útlát.

CO2-roknarin fer at stuðla føroyskum fyritøkum í at rokna og fráboða egið CO2 útlát, og fer vónandi at eggja fyritøkum til at fylgja tilmælunum frá granskarum, um í fyrsta lagi at seta sær mál fyri at minka um CO2 útlátið og í øðrum lagi at fullføra átøk at røkka hesum málunum.

 

– Vit eru fegin um samstarvið við Burðardygt Vinnulív um hesa verkætlan, sum fer at eggja vinnulívinum at taka ábyrgd fyri teirra ávirkan á umhvørvið. Í dag yvirtekur Umhvørvisstovan ognarskapin av CO2-roknaranum, sum vit fara at dagføra árliga og hava á heimasíðu okkara tøkan til nýtslu hjá øllum fyritøkum og øðrum, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.

 

– Samstarvið við Umhvørvisstovuna um CO2-roknaran stuðlar undir aðalmálinum at virka fyri einum grønum umskifti í Føroyum. Hetta eru vit errin og vónrík um, sigur Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív

 

##med2##

 

CO2-roknarin verður tøkur á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í morgin, týsdagin.

 

Á tiltakinum fara Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele og formaður í Burðadyggumt Vinnulívið, og Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, at hava orðið áðrenn Umhvørvisstovan fer at vísa, hvussu CO2-roknarin verður brúktur.

 

– Øll eru vælkomin til tiltakið, sum verður týsdagin tann 14. februar kl. 14.00 á Føroya Tele í Hoyvík, skrivar Burðardygt Vinnulív í tíðindaskrivi.

 

Tær tólv stovnandi fyritøkurnar eru: BakkafrostBetri BankiEffoFaroe ShipFøroya Tele (Faroese Telecom), Gist og Vist, JT electricKJ Hydraulik, MBM, P/F Poul MichelsenSMJ og Vónin.