Grunnurin, ið ber navnið, Nordisk Ungdomspulje for Biodiversitet og Klima, er úrslit av samstarvi millum Norðurlandaráðið, Norðurlendska Ráðharraráðið og DUF. Tað er DUF, sum umsitur grunnin.
Ætlanin við grunninum er at veita ymiskum virksemi, sum norðurlendskur ungdómur hevur tikið stig til, fíggjarligan stuðul. Tað veri seg upplýsandi átøk, kanningarferðir í náttúruni, námskeið, menning av veðurlagspolitikki og mangt annað.
Fyri at søkja um stuðul, krevst, at umsøkjarar eru millum 15 og 30 ár og eru úr einum norðurlendskum landi, tey eru Føroyar, Danmark, Grønland, Ísland, Finnland, Noregi, Svøríki og Áland.
Latið varð upp fyri umsóknum 2. septembur 2024. Umsóknarfreistin er 27. oktobur 2024.
Her kanst tú lesa meira um nýggja grunnin, og hvussu tú søkir: Bred politisk aftale bakker op om unges bidrag i kampen mod biodiversitetskrisen og klimaforandringerne (norden.org)