Á Strondum er nýtt skótalið sett á stovn.
Skótaliðið Heini Havreki fer undir sítt virksemi fyri summarfrítíðina.
Kunningarfundur verður í lítla sali í Bygdarhúsinum á Strondum 17. mai klokkan 17.
Skótarnir verða býttir í aldursbólkar.
Børn, sum ganga í 1. til 4. flokki, eru úlvar.
Børn í 5. flokki og eldri eru skótar.
Skótarnir í nýggja skótaliðnum eru gulir skótar.