Oddsini millum Skála og B68 eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á dystin Skála-B68

Savnsmynd

Klokkan 19 í kvøld byrjar grannauppgerðin í Betrideildini hjá monnum millum Skála og B68 undir Mýruhjalla á Skála.

 

Skála hevur fýra stig aftaná tey fyrstu seks umførini, meðan B68 hevur eitt stig. Bæði liðini hava givið toppliðum ein skarpan gang, og hava tapt tepurt í hesum dystunum.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin millum Skála og B68 eru næstan jøvn. Tó hella tey eitt pinkalítið vet til Skála.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Skála eru 2,30.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,54.

 

Miðaloddsini upp a útisigur til B68 eru 2,66, so oddsini eru sera jøvn.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd