Øði á danska landsliðnum: Skilaleys døming

EM24: Dómarin fær toyggið úr donsku landsliðsleguni

Mynd: (Scanpix) Frá vinstru: Michael Oliver, Joachim Andersen og Rasmus Højlund

Danmark er flogið heim úr EM-endaspælinum í Týsklandi. EM vinnararnir frá 1992 taptu 2-0 fyri vertstjóðini, men seiansta orðið er ikki sagt um dystin. Tað vóru tvær avbera umstríddar støður, ið settu Týskland á kós móti fjórðingsfinalunum.

 

- Hatta er skilaleys døming. Hatta er eitt tað vánaligasta dómaraavrikið eg havi sæð í mínum lívi. Rangstøða er rangstøða, men at døma brotsspark har, tað er fultkomiliga skilaleyst, sigur danski landsliðmiðverjin Joachim Andersen.

 

Fyrst skoraði Joachim Andersen til 1-0, men málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu. VAR myndirnar vísa, at Joachim Andersen var ein sentimetur rangstaddur. Minuttin eftir fekk Joachim Andersen bóltin í hondina úr ein meturs frástøðu. VAR kannaði hendingina og Michael Oliver dømdi brotsspark.

 

- Tað er ikki nær við at vera brotsspark. Hann stendur ein hálvan metur frá og sparkar bóltin upp í hondina á mær. Eg havi hondina í eini natúrligari støðu, so hatta kann aldrin dømast, sigur Joachim Andersen við bold.dk, og fílist eisini á, at nú kann bara liðskiparin tosa við dómaran.

 

- Tú kanst heldur ikki tosa við dómaran. Vit fáa bæði gul og reyð kort, um bara vit siga okkurt. Tað er ein láturligur regul. Dómarin kann gera øll mistøkini í verðini, men vit kunnu einki siga við hann.

 

Danmark kom væl frá byrjan í dystinum, men eftir ein góðan hálvan tíma mátti dysturin steðgast, tí toran sló og tað oysti niður. Fyrst við regni og síðani við heglingi. Danmark hevði sínar møguleikar, men eftir leiðslumálið stóð Týskland ikki til at koppa.

 

Danmark hevur nú ikki vunnið sjey teir seinastu dystirnir í einum EM-endaspælið, men danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, vísur á, at Danmark hevur eisini bara tapt tveir av teimum seinastu 16 – og at Danmark er komið víðari úr bólkaspælinum tvey fylgjandi EM-endaspøl fyri fyrstu ferð nakrantíð.

 

Týskland skal spæla móti Spania í fjórðingsfinaluni.

 

Týskland – Danmark 2-0 (0-0)

 

1-0 Kai Havertz, 53 br

 

2-0 Jamal Musiala, 68

 

Týskland: Neuer; Kimmich, Rüdiger, Schlotterbeck, Raum (Henrichs 80); Andrich (Can 64), Kroos; Sané (Anton 88), Gündoğan (Füllkrug 64), Musiala (Wirtz 81); Havertz

 

Danmark: Schmeichel; Andersen, Vestergaard, Christensen (Bruun Larsen 81); Bah (Kristiansen 82), Delaney (Nørgaard 69), Højbjerg, Mæhle; Skov Olsen (Poulsen 69), Højlund (Wind 81), Eriksen (Damsgaard 81)

 

Mynd: (Scanpix) Frá vinstru: Michael Oliver, Joachim Andersen og Rasmus Højlund