Øll eru altíð vælkomin

Hans Jákup Mikkelsen letur dyrnar upp fyri gestum á G!, men tá lokala drotningin fer á pallin, leitar hann oman á sandin

Hans Jákup Mikkelsen, í miðjuni, saman við børnum og vinfólkum hjá børnunum

Ein av teimum, sum altíð fær nógv fólk á gátt á G!, er Hans Jákup Mikkelsen, sum tey flestu helst kenna sum stjóra í Mowi. Vit hittu hann heima við hús í Syðrugøtu í kvøld.

 

Nú býrt tú her í Syðrugøtu, hvussu nógv fyllir G! hjá tær?

 

-Tað fyllir rættiliga nógv, tí tað er eina ferð árið at G! er. Eg plagi at fáa míni børn á vitjan, sum eisini taka síni vinfólk við sær. Her er altíð opið hús, og øll eru altíð vælkomin. Festivalurin er veruliga nakað sum samlar alla bygdina.

 

 

 

Hava tit nakrar ávisar siðvenjur á G!?

 

- Sjálvandi fer man altíð oman á sandin tá ið Eivør spælir. Hon er okkara lokala drotning. Annars vilja vit bara hava tað hugnaligt og heilsa uppá øll í bygdini. Er nakað keðiligt við at hava opið hús, og fáa so nógv fólk á vitjan? - Nei vit hava faktiskt ikki havt nakra keðiliga uppliving. Øll eru vælkomin, og onkuntíð verður tað kanska eitt sindur for nógv. Men G! er bert eina ferð um árið, og tí fyllir uppvask og annað ikki so nógv.

 

 

 

Hvat gleðir tú teg mest til at hoyra?

 

- Eivør er sjálvandi altíð fantastisk at hoyra, og annars gleða vit okkum eisini nógv at hoyra Kaleo.

 

Hans Jákup Mikkelsen, í miðjuni, saman við børnum og vinfólkum hjá børnunum