Øll trý føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Hetta gjørdist ein ógvuliga slakur dagur hjá føroysku landsliðsleikarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Øll trý føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag. 

 

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax tóku í dag móti Horsens á heimavølli.

 

Tað gekk væl hjá Ajax í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Ajax á odda 16-14, men í seinna hálvleiki var Horsens og omaná, og endin var, at Horsens vann 29-26.

 

Súna skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum tvey brotskøst. Lív skoraði eitt mál fyri Ajax í dag.

 

Annika Fríðheim Petersen og hennara liðfelagar í Nykøbing Falster taptu á útivølli 23-30 fyri Team Esbjerg. Í steðginum var Esbjerg á odda 15-12.

 

Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster nærum allan dystin í dag, og tað var ikki nógv Annika slapp framat í dag.

 

Liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn var fyri stórtapi 21-32 (9-19) móti Ikast á heimavølli í dag.

 

Keypmannahavn og Nykøbing Falster hava vunnið seg í endaspælið, meðan Ajax er aftast í deildini við bert sjey stigum. 

 

Nr.LiðDystirStig
1Odense 2241
2Team Esbjerg2237
3Ikast 2232
4Viborg HK2228
5Keypmannahavn2228
6Nykøbing Falster2226
7Silkeborg-Voel2321
8Aarhus United2218
9Horsens Elite2218
10Ringkøbing2213
11SønderjyskE2310
12Skanderborg229
13Ajax 227