Øll frystilínuskipini eru til fiskiskap

Meðan øll frystilínuskipini eru til fiskiskap, er í løtuni bara eitt ísfiskalínuskip úti.

Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, og teir koma inn at landa í hesi vikuni.

 

- Teir fáa mest av hýsu og toski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onnur ísfiskalínuskip fara út, tá veðrið batnar.

 

- Øll frystilínuskipini eru til fiskiskap, og okkurt av skipunum kemur inn at landa í vikuni.

 

Streymurin harðnar, sum henda vikan gongur, og veðrið verður heldur einki serligt.

 

- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat.