Øll partrolarapørini eru til fiskiskap

- Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fáa mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa og so nakað av hvítum fiski, og fiskiskapurin er misjavnur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði. Tað merkir, at gulllaksavertíðin í ár er ein av teimum drúgvu.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt soleiðis:

 

- Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu, og ein annar er farin í bretskan sjógv at fiska svartkalva. Báðir ísfiskatrolararnir koma inn at landa í næstu viku. 

 

Ein frystitrolari er í Eysturgrønlandi, og ein fiskar undir Føroyum. Báðir fiska svartkalva.

 

Í løtuni eru tveir av teimum smáu trolbátunum á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski.

 

- Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fáa mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. 

 

- Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men tað er smáligt við havtasku. Øll garnaskipini landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.