Ógvusligur eldur í russiskum marknaðbýi

Russiska tíðindastovan RIA visti seint í kvøld at siga, at eldurin er undir eftirliti.

Í kvøld hevur ógvusligur eldur verið í einum bygningi í býnum, Voronezh í Russlandi.

 

Býurin liggur nærindis markinum til Ukraina, og tað er Visegrad 24, sum ber hesi tíðindi.

 

Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni RIA var eldurin undir eftirliti seint í kvøld.

 

Fyrr í dag bórust eisini tíðindini um, at álop varð framt á Belgorod-fylkið í Russlandi. 

 

Belgorod liggur eisini nærindis ukrainska markinum.

 

Í Ukraina vístu myndugleikarnir aftur, at teir eiga nakran lut í álopinum. 

 

Áður hevur verið lopið á goymslur í Belgorod.

 

Sagt hevur nevniliga verið, at tað er her, at russiski herurin fær partar av sínum veitingum til kríggið í Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Myndin, sum liggur á Tvitter, vísir eldin í einum bygningi í Voronezh í Russlandi fyrr í kvøld.