Tá vit áhaldandi hoyra um lækkandi barnsburðartal, kunnu vit fáa varhugan av, at fólk ikki eru nóg røsk at fáa børn.
Tað er eitt altjóða rák, at stórbarnafamiljurnar gerast færri. Eisini er rákið, at tað gerst longur millum ættarliðini, tí fólk gerast eldri, tá tey fáa fyrsta barnið. Sum samfelag kunnu vit tískil leggja okkum eftir at skapa optimalar umstøður fyri føroyingar at seta búgv her og fáa familju.
Okkara samfelag er ikki í javnvág, og hetta er galdandi á fleiri mótum, so sum møguleikan at fáa lán til bústað ella eina rímuliga bústaðarleigu. Sum er, gerast rík áhaldandi ríkari, og tað gerst dýrari at vera miðalklassi og lægri.
Tann ójavnvágin, sum hevur avgerðandi ávirkan á okkara framtið og okkara haldføri, er tó munurin á tali av kvinnum og monnum.
Kann tað vera so, at nøkur grundleggjandi samfelagsvirði, sum ungir føroyingar halda hava týdning, ikki eru at finna í Føroyum í dag? Hetta er ikki óhugsandi, eitt nú tá Løgtingið er mannað við 44 % av monnum í aldrinum 50-65 ár, og umboðar hetta bert 10 % av okkara fólkasamanseting? (kelda: Lóður/Javnstøðunevndin). Eitt dømi um ójavnvág er, at vit hava leingi verið efturbátur viðv. prístalsregulering av barsilspengum, men eisini í okkara hugburði viðv. leiklutinum hjá pápanum og hansara tíð við nýfødda barninum.
##med2##
Tøl frá hagstova.fo vísa, at fólkapyramidan er um at broytast til ein stabba við einum pyramidutoppi. Smalasta punktið er júst har, sum fólk eru mest fertil.
Í Degi og Viku 2. januar varð víst á, at barnsburðartalið hjá okkum lækkar, men hetta er natúrligt, tá talið fylgir rættiliga væl talinum av kvinnum í aldrinum 20-39 ár. Tað var hægst í 1989 við 6.833 kvinnum, lægst í 2013 við 5.002 kvinnum og nú eru 5.990 kvinnur. Tað eru framvegis 843 færri kvinnur nú enn í 1989 og bert 988 fleiri enn í 2013 (og tá er ikki lagt upp fyri, at fólkavøksturin í løtuni mest er fólk við øðrum tjóðskapi enn føroyskum).
##med3##
Bert í aldursbólkinum 20-29 ár eru í dag 675 færri kvinnur enn menn. Pápi mín plagdi at siga, smoltið hjá okkum svimur inn í ES. Tað ger tað alsamt, og tá nógvar kvinnur ikki koma heim aftur, koma teirra børn heldur ikki.
Við teimum kámast røddirnar um tað samfelagið, sum tey fegin høvdu viljað livað í. Eitt samfelag, sum hevði verið í javnvág.
Fyri at vit kunnu byggja okkara samfelag í javnvág, skulu vit broyta grundleggjandi viðurskifti viðv. skatti/lættum, ogn, rættindum, tilfengi o.l. Tá fáa vit eitt javnari samfelag, sum gagnar fjøldini. Fjøldini, sum skal skapa haldføri fyri framtíðar Føroyar. Tá samfelagið er í javnvág, fáa vit eitt Løgting, sum endurspeglar okkara fólkasamanseting – og tá hava vit allar røddirnar til at tryggja okkara framtíð.
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard