OL: Norðurlond endaðu í sama innleiðandi bólki

Kvinnulandsliðini hjá Noregi, Danmark og Svøríki bresta saman í París

OL-endaspælið í hondbólti verður leikt í París, dagarnar millum 25. juli og 11. august.

 

Hjá kvinnunum lagaði lutakastið seg soleiðis, at tey norðurlendsku landsliðini, Noreg, Danmark og Svøríki endaðu í bólki saman. Vertirnir og favorittarnir, Frakland endaðu í hinum innleiðandi bólkinum.

 

Talan er um tveir innleiðandi bólkar við seks liðum. Bert 14 leikarar vera í hvørjum hópi.

 

Bólkur A: Noreg, Danmark, Svøríki, Týskland, Slovenia og Suðurkorea.

 

Bólkur B: Frakland, Spania, Niðurlond, Ungarn, Brasil og Angola.