Óli er nummar 10 á toppskjúttalistanum í European League

Óli Mittún hevur skotið 62 mál í EHF European League hetta kappingarárið

Hóast hann bert er 18 ára gamal, so er Óli Mittún tíggjundi besti málskjúttin í EHF European League við 62 málum, sum hann hevur skotið fyri Sävehof í European League hetta kappingarárið.

 

Óli og liðfelagarnir í Sävehof spæla eftir øllum sólarmerkjum seinasta dystin í European League komandi týsdag klokkan 17.45 í Flensburg.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann 41-30 (22-14) í Partille í tí fyrru fjórðingsfinaluni.

 

Hbold hevur gjørt eitt yvirlit við 10 teimum bestu málskjúttunum í European League. Tølini uttast til vinstru eru málini, ið vóru skotin í seinasta umfarinum.

 

NummarLeikari:DystirMálMál seinasta dyst
1Niclas Kirkeløkke1581+10
2Andrii Akimenko     1380+2
3Juri Knorr1478+5
4Gustaf Wedberg  1372+2
5Óðinn Rikhardsson  12710
6Mathias Gidsel964+9
7Jannik Kohlbacher  1464+3
8Viktor Bergholt   1162+5
9Taras Minotskyi10620
 
10
 
 
Óli Mittún
 
 
12
 
 
62
 
 
+6