Óli Mittún er valdur á All Star liðið í bestu svensku deildini

Óli Mittún er valdur at vera miðbakkurin á All Star liðnum

Í dag fekk Óli Mittún stóran heiður.

 

Svenska hondbóltsligan kunngjørdi á heimasíðu sínari, at Óli er valdur til All Star liðið í bestu svensku hondbóltsdeildini. Óli er valdur at vera miðbakkur/spælskipari á All Star liðnum.

 

Óli fekk 41 prosent av atkvøðunum. 

 

Við heimasíðuna hjá hondbóltsliguni sigur Óli: - Tað er sjálvandi altíð stuttligt at fáa slíkar viðurkenningar. Hetta er jú annað kappingarárið hjá mær í svenskum hondbólti. Fyrra kappingarárið spældi eg ikki so nógv, men nú havi eg ein størri leiklut, ið eisini var meiningin. Eg haldi, at vit í Sävehof hava tveir góðar spælarar til hvørja posisjón á vøllinum. Tað kundi eins væl verið William "Wille" Andersson Moberg, ið fekk virðislønina. Tað gevur okkum nógv, at vit hava eina harða kapping á liðnum. Tað merkir, at ein veruliga má geva 100 prosent til venjingar og til dystir. Sigur Óli.

 

- Tá allir gera sítt besta, og vit spæla sum eitt lið, tá er tað einki lið í Svøríki sum er betri enn Sävehof. Tað hava vit víst mangar ferðir í heimligu kappingini og í Evropa hetta kappingarárið. Men vit hava eisini eitt lágt botnstøðið. Heldur Óli.

 

Við heimasíðuna hjá hondbóltsliguni staðfestir Óli, at talan verður um nakrar torførar finalur móti Ystad. Fyrsta meistaraskapsfinalan verður í Partille 2. hvítusunnudag, mánadagin 20. mai klokkan 17. 

 

Kappingin hjá Óla Mittún higartil:

 

Dystir: 30

Mál: 166

Assist: 79

Útvísingar: 2

MEP-stig: 98,90

 

Kelda: Handbollsligan.se