Hann hevur verið virkin líka til hann nærkaðist 86 í januar, tá hann gavst at tekna.
Tað var í sínari tíð sagt, at baksíðutekningarnar hjá Óla P. í Sosialinum gjørdu, at fólk lósu blaðið aftanífra.
Í 25 ár teknaði Óli Petersen viðmerkjandi og skemtandi tekningar her í blaðnum, bæði fyri og eftir tað hevur hann verið virkin teknari í øðrum miðlum og samanhangum.
– Eg fái ikki fólkini, eg tekni, at líkjast nóg væl longur. Og tað kemst av, at eg ikki síggi nógv væl. So eg haldi, at tað er best at seta punktum nú, segði Óli P, tá hann sendi seinastu tekningina til VP nýggjársaftan seinast.
##med2##
Óli var klaksvíkingur, og hann gjørdi fyrstu ferð av álvara var tvið seg í Rukkulakkanum, sum var bóklingur við skemtitekningum og teksti, sum klaksvíkingar í nøkur ár gjørdu í sambandi við norðoyastevnuna. Seinni tenknaði hann eitt skifti í Dimmalætting, og frá 1988 var hann serliga drúgvur teknari í Sosialinum, og hann helt fram til 2013. Eftir tað teknaði Óli eitt stutt skifti á Portalinum, og seinastu fimm árini hevur hann teknað á VP.
##med3##
Óli P hevur dugað sera væl at lýst eitt mál ella onkra hending við fáum orðum og neyvum strikum. Hann hevur fylgt væl við, hevur eygleitt og analyserað, hevur dugað at snarað hendingum ella sett mmál í nýtt ljós, og mangan hava tekningarnar verið so beinranar, at tær hava lýst aktuell mál betur enn nakað annað.
Her á redaktiónini á Sosialinum kenna vit Óla sera væl, tá hann javanan var gestur á blaðnum. Hann teknaði alla tíðina heima við hús á Skála, men kom javnan til Havnar.
Fyrstu mongu árini vórðu tekningarnar sendar av Skála á redaktiónina, sum tá var á Argjum, við telefaxi, sum var ein sera framkomin samskiftisútgerð tá. Seinni fekk Óli sær teldu, og tá komu tekningarnar við telduposti. Tekningarnar í Sosialinum vóru at kalla allar í svørtum og hvítum, hóast hann seinnu árini royndi seg við littekningum, sum vit hava sæð meira av, síðani hann fór at tekna til netmiðlarnar.
Óli var ein sera hugnaligur maður, og tú gjørdist altíð í góðum lag av at tosa við hann, tí hóast tað kundi vera álvarsmál, sum tosað varð um, so sá hann altíð tað skemtiliga í øllum – hann dugdi so væl at venda tí tann stuttliga vegin.
Óli P hevur búð saman við konuni Susanne Barding á Skála í mong ár. Seinastu árini hava tey eisini verið nógv at sæð í høvuðsstaðnum, í íbúð á Blómubrekku, og sást Óli javnan ganga túrar ovaliga í Havnini niðan móti Villingardali.