Í Føroyum kanst tú fiska við tráðu við klettin allastaðni, har tú vilt. Men, soleiðis er ikki í Oslofjørðinum, har tað er bannað at fiska tosk - eisini við tráðu. Mynd: Fiskeridirektoratet.

Ólógligur fiskiskapur við tráðu í Oslofjørðinum

Í Føroyum kanst tú fiska við tráðu við klettin allastaðni, har tú vilt. Tað verður í hvussu er ikki Fiskiveiðieftirlitið, sum steðgar tær. Soleiðis er ikki í Noregi

Í Føroyum kanst tú fiska við tráðu við klettin allastaðni, har tú vilt. Men, soleiðis er ikki í Oslofjørðinum, har tað er bannað at fiska tosk - eisini við tráðu. Mynd: Fiskeridirektoratet.

Eitt vikuskifti í apríl gjørdi norska fiskiveiðieftirlitið kanningar fram við sjóvarmálanum í Oslofjørðinum, har tað ikki er loyvt at fiska í gýtingarøkjum fram til 1. mai.

 

Í Oslofjørðinum er bannað at fiska tosk alt árið.

 

- Í tíðarskeiðnum frá 1. januar til og við 30. apríl er allur fiskiskapur í 14 gýtingarøkjum í Skagerak-økinum og í Oslofjørðinum bannaður.

 

Kystmagasinet.fo veit at siga, at undantikið frá hesum forboði er fiskur, sum bæði livir í saltvatni og feskvatni, eitt nú sjósíl.

 

Norska fiskiveiðieftirlitið gjørdi kanningar innarlaga í Oslofjørðinum í tveir dagar. Sløk 100 fólk við tráðu og øðrum reiðskapi vórðu sædd at fiska í økinum hesar dagarnar.

 

- Flestu vóru útlendskir borgarar við avmarkaðum málkunnleika og lítlari vitan um norsku reglurnar, sum eru galdandi, og onkur fiskaði lógliga eftir sjósílum.

 

Á kanningarferðini royndu umboðini fyri fiskiveiðieftirlitið at greiða frá norsku reglunum, og tey flestu pakkaðu fiskireiðskapin saman í somu løtu, tey fingu boðini.

 

Talan er um eitt lutfalsliga stórt øki, sum eftirlitsfólkini kannaðu, og her eru oyggjar, hólmar og sund, men við skjóttgangandi báti bar til í tveir dagar at koma víða um.

 

- Vit tosaðu við 93 fólk, sum fiskaðu á bryggjuni og við klettin. Av hesum fiskaðu 32 í gýtingarøkjum, og 61 fiskaðu í gýtingarøkjum, har allur fiskiskapur er bannaður.

 

Av teimum 93, vóru 16 norðmenn. Hini øll vóru útlendskir ríkisborgarar, flestu gestaarbeiðarar úr eitt nú Póllandi, Rumenia, Lettlandi og Ukraina.

 

- Sjálv um fleiri hvørki skilja norskt ella enskt, klára vit ofta at greiða teimum frá, at tað er bannað at fiska  - antin í gýtingarøkjum ella at fiska tosk í Oslofjørðinum sum heild, siga tey í Fiskiveiðieftirlitinum við www.kystmagasinet.fo

 

 

 


 

 

Í Føroyum kanst tú fiska við tráðu við klettin allastaðni, har tú vilt. Men, soleiðis er ikki í Oslofjørðinum, har tað er bannað at fiska tosk - eisini við tráðu. Mynd: Fiskeridirektoratet.