Ongin stuðulsfráboðan til Kamalu Harris frá Barack Obama

Fyrrverandi forsetin leggur seg ikki út í valið av avloysara fyri Joe Biden

Barack Obama, sum var amerikanskur forseti frá 2009 til 2017, fer ikki alment at sýna Kamalu Harris sín stuðul, fyrr enn hon er formliga vald av demokratiska floksfundinum – kongressini – í august. Tað siga keldur við tøttum sambandi við forsetan við the New York Times.

 

Fleiri republikanarar hava víst á, at Barack Obama ikki nevndi Kamalu Harris við einum orðið í sínum skrivi, har hann rósti Joe Biden fyri hansara mongu góðu avrik, tá hesin hevði boðað frá, at hann ikki kortini vil gerast forsetavalevnið hjá demokratunum.

 

Sambært fólkum við tøttum sambandi við Obama, eru tað tó fleiri orsøkir til, at Obama ikki ætlar sær at vísa Kamalu Harris sín stuðul alment, fyrr enn hon formliga er tilnevnd at vera forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum.

 

Ein orsøk er, at Obama valdi sama leist í 2020, tá hann valdi ikki at stuðla Biden alment, fyrr enn hitt valevnið, Bernie Sanders, sjálvur valdi at trekkja seg.

 

Ein onnur orsøk er, at um Obama longu nú kunnger, at hann stuðlar Kamalu Harris, so kann tilgongdin at velja ein avloysara fyri Joe Biden tykjast meiri sum ein “krýning av Kamalu Harris heldur enn ein opin og demokratisk tilgongd,” sum ein kelda sigur New York Times.

 

Demokratiski flokkurin velur ein avloysara fyri Joe Biden á kongressini hjá Demokratiska flokkinum, sum verður í Chicago í døgunum 19. - 22. august í ár.

 

Les eisini: BLÁ BÓK: Harris kann gerast forsetavalevnið hjá demokratunum