Ongin fótbóltur um vikuskiftið

Fótbóltsumfarið hjá Betri deildini monnum og kvinnum, og 1.deild og 2.deild hjá monnum er útsett

Fótbóltsumfarið hjá Betri deildini monnum og kvinnum, og 1.deild og 2.deild hjá monnum er útsett orsaka av veðrinum. Tað hevur verið nógvur kavi í vikuni og tað hevur ávirkað venjingarumstøðurnar hjá feløgunum.

 

Í Betri deildini hjá monnum er talan um annað umfarið upp í slag, ið verður útsett. 2. umfar bleiv útsett farna vikuskiftið, og nú er 3. umfar eisini útsett. Tað merkir, at spælararnir í føroysku kappingini bara hava spælt ein dyst undan landsdystunum móti Moldova og Norðurmakedónia, sum verða í komandi viku.

 

Tað er enn ikki greitt nær dystirnir verða spældir.