Ovi Brim er settur sum nýggjur próstur frá 1. mars

Ósemja í Fólkakirkjuni um nýggja próstin

Prestar hava kært biskup fyri setan av nýggjum prósti

Ovi Brim er settur sum nýggjur próstur frá 1. mars

Við Kringvarpið sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, at alt er farið rætt fram, tá Ovi Brim varð settur í starv sum próstur. Men hann sigur, at kirkjan er í stórum trupulleikum í løtuni.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann í samrøðu við Kringvarpið í gjár segði, at teir fimm prestarnir kunnu royna at vita, um teir fáa hann frá sum biskup.

Tað snýr seg um eina kæru, sum fimm prestar, vit hava ikki hoyrt hvørjir fimm prestar, hava sent Almanna- og mentamálráðnum, tí teir eru misnøgdir við setanartilgongdina og avgerðina, tá Ovi Brim varð settur í nýtt starv sum próstur.

Sambært Kringvarpinum halda teir, at bispur longu áðrenn sjálva setanartilgongdina hevði gjørt av, at Ovi Brim skuldi setast í starvið.

 

Talan er um eitt nýstovnað próstaembætið, sum Ovi Brim er settur í. Starvið er stovnað, tí virksemið hjá fólkakirkjuni er økt munandi síðani málsøkið var yvirtikið á ólavsøku 2007.

 

Prósturin kemur biskupsins vegna at taka sær av málum og viðurskiftum, ið nema prestarnar. Hann verður sostatt starvsfólkaleiðari hjá prestunum.

 

Prósturin kemur harafturat at umsita strategimálini, ið fólkakirkjan hevur sett á breddan. Hetta eru mál sum t.d. intranet, at talgilda mannagongdir og at miðla fólkakirkjunnar mál og ætlanir. At hava eftirlit við kirkjubókunum er ein av embætis skyldunum, ið eru álagdar prósti.

 

Prósturin fer at taka sær av og varpa ljós á tey bleytu virðini í fólkakirkjuni, t.d. børn og ung, barnafamiljur, tilvera teirra eldru og teirra, ið eru støk og einsamøll.

 

Biskupur fer at skipa próstin í embætið ein av sunnudøgum í mars mánaði.

 

Í kæruni til Mentamálaráðið finnast teir fimm prestarnir eisini at ymsum viðurskiftum. Men hóast ráðið staðfestir avgerðina um at seta Ova Brim, so gevur ráðið kærarunum rætt í, at tað var skeivt av bispi, at boða frá, at Ovi Brim fór at fáa starvið, áðrenn Sirið Stenberg, sum er endaligur setanarmyndugleiki, hevði tikið støðu til tilmælið frá bispi.

 

 

 

 

 

Ovi Brim er settur sum nýggjur próstur frá 1. mars