Ovastevnan er sett – komið til Nólsoyar!

Keiin var full av fólki, tá ið Elsa Berg, borgarstjóri, setti árligu ovastevnuna í Nólsoy

 Sólin skein bæði oman og niðan, meðan Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna.

 

Í setanarrøðuni segði Elsa Berg millum annað, at nólsoyingar duga væl at lata søguna um Ova liva víðari, so bragdið hjá Ova kemur til heiðurs. Hon kendi seg væl at koma til Nólsoyar og var fegin um, at hetta gestablídni var ein partur av Tórshavnar kommunu. Hon rósti nólsoyingum fyri at taka eitt so stórt tak fyri at einir 4000 stevnugestir kunnu hugna sær og hava so nógv at fara til í Nólsoy.

 

Hóast stevnan bleiv sett kl 14, byrjaði hon so smátt í gjár. Ovastevnu quiz og dansur var í tjaldinum á keiini og har var nógv fólk komið saman. Í morgun var dyppað á Malarenda og eisini har vóru nógv fólk við.

 

Bragdið skipaði fyri rennikapping fyri børn og vaksin og 65 rennarar hava runnið runt millum húsini í Nólsoy í morgun.

 

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu. Veðrið er gott og Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo

 

##med2##

 

Árliga regattasiglingin í Sundalagnum endar eisini í Nólsoy í dag. Eftir at hava siglt av Eiði umvegis Hósvík liggja nú einir 60 bátar við kei í Nólsoy.  

 

Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”.