Óvist um lærarar taka undir við at fáa vetrarferiu

Skulu skúlarnir hava vetrarferiu, skal tað verða á einum haldgóðum grundarlagi, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

Tað er ikki vist at Læraranir taka undir við, at skúlarnir skulu hava vetrarferiu í eina viku í februar mánað.

 

Hetta er eitt mál, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, arbeiðir við.

 

Hann heldur, at ein feria í februar mánað kann koma væl við hjá børnunum, tí eingin steðgur er í skúlagongdini heilt frá á jólum til á páskum og tí heldur hann, at tað hevði verið gott við einum steðgi.

 

Serliga heldur hann, at hetta hevði komið væl við hjá børnum, har annað foreldrið býr uttanlands.

 

Men beint nú dugur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, ikki at siga um hetta er eitt hugskot, tey taka undir við.

 

Hann sigur, at enn er ikki grundarlag fyri at hava eina støðu í málinum, tí málið er slett ikki viðgjørt.

 

Men hann leggur dent á, at skal talan vera um eina vetrarferiu, skal tað vera ein fakliga væl grundað orsøk til tað. Og tí er hetta ein spurningur, sum má viðgerast gjølliga.

 

Og fyrr enn tann viðgerðin hevur verið, er einki haldgrundarlag at byggja eina støðutakan á, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað eru fleiri ivamál, sum taka seg upp í hesum sambandi og lærarar eru eisini ójavnir á máli um vetrarferiu.

 

Summir lærarar vísa á, at tíðin frá á jólum til á páskum er samanhangandi og tá ber eisini til at hava eina samanhangandi undirvísing í eina tíð.

 

Teir stúra fyri, at verður undirvísingin avbrotin av eini vetrarferiu, fer tað eisini at órógva undirvísingina.

 

Hinvegin eru tað aðrir lærarar sum halda, at tað hevði verið gott við eini feriu í februar.

 

Spurningurin er, hvørjum tað tænir, at skúlarnir fara í vetrarferiu, og spurningurin er eisini, nær tað er hent at hava frí, og nær tað er gagnligast at vera í skúla, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.