OYL 23: Eiri vann gull í longdarlopi

Eiri Jógvansson Glerfoss hevur vunnið enn eitt gullheiðursmerkið

Mynd: FÍF

Eiri Jógvansson Glerfoss hevur vunnið gull í longdarlopi á oyggjarleikunum á Guernsey.

 

Eiri vann kappingina í stórum stíli. Besta lopið hjá Eira var sjey metrar og 12 sentimetrar. 

 

Nicolas Vila Iglesias úr Menorka vann silvur. Besta lopið hjá honum var seks metrar og 87 sentimetrar.

 

Johannes Treiel úr Saareema vann bronsu. Besta lopið hjá honum var seks metar og 71 sentimetrar. 

 

Hetta er annað gullmerkið hjá Eira á hesum oyggaleikunum. Hann hevur eisini vunnið gull á 100 metrum. Eiri er fyrsti føroyingur, ið hevur runnið 100 metrar undir 11 sekund.

 

 

 

Mynd: FÍF