P/F Jógvan Weihe selur nøkur tons av seteplum

Handilin í Stiðjagøtu 10 í Havn hevur selt setepli í nógv ár, og tað var Jógvan Weihe, sáli, sum helt, at hetta náttúrliga átti at vera ein partur av tí stóra útboði, sum handilin hevur

- Vit selja bæði til tey, sum velta nógv og til tey, sum bara seta nøkur epli niður, sigur Ólavur Weihe, sum júst hevur fingið nøkur tons av seteplum heim til Føroya Mynd: Álvur Haraldsen

Framvegis í dag hevur fyritøkan eitt stórt útboð av seteplum, og nú tíðin nærkast, til eplini skulu keypast og leggjast at næla, áðrenn tey fara í moldina, hevur Jógvan Weihe enn einaferð keypt nøkur tons av seteplum heim. 

- Vit hava fleiri sløg av seteplum og tey, sum vit selja mest av, eru tey reyðu oleva og tey hvítu, folva, men vit selja eisini fleiri onnur sløg av seteplum, og vit selja eisini vistfrøðilig setepli, sigur Ólavur Weihe.

Hann vísir á, at ymiskt er, hvat viðskiftafólk vilja hava og heldur, at ein orsøkin til, at oleva selur so væl, sum tey gera, er, at eplini eru kend fyri at halda sær væl eftir, at tey eru tikin upp.

- Setepli fáast í 25 kilo sekkjum, og tá eru eini 300 til 400 epli í hvørjum sekki, men fólk kunnu eisini keypa setepli í smærri nøgdum.

Hann vísir á, at ein sekkur á 25 kilo kostar umleið 325 krónur og haraftrat koma so eplatøðin, sum tey eisini selja. 

- Vit selja bæði til tey, sum velta nógv og til tey, sum bara seta nøkur epli niður. Setur tú ein sekk á 25 kilo niður, og grøðin eydnast væl, og tú fært tíggju fold upp aftur, hevur tú 500 pund av eplum, vísir Ólavur Weihe á.

 

Flaggdagin

Gamalt var at seta epli niður flaggdagin hin 25. apríl, men tað eru ikki øll, sum seta eplini niður so tíðliga. Grøðin kann saktans roynast væl, um eplini ikki koma so tíðliga í moldina. 

Tað er helst frá gamlari tíð, tá menninir fóru til skips, at eplini vórðu sett niður hin 25. apríl. Er talan er flagveltu, er vanligt, at eplini verða sett niður seint í apríl, men moldveltan kann saktans setast niður fleiri vikur seinni.

- Vandin við, at eplini verða sett niður tíðliga, er ókrútið, og er nógv ókrút, kann tað taka burtur av føðsluevnunum, sum eplini skulu hava fyri at veksa í moldini.

Ólavur Weihe heldur, at nú er akkurát rætta løtan at keypa seteplini og leggja tey at næla, soleiðis at tey verða klár at seta niður, tá fólk hava høvi til tess. 

Vanligt er, at setepli verða løgd at næla í einar tríggjar vikur, áðrenn tey verða sett niður. Liggja eplini í myrkri, fáa tey langar, klænar og hvítar nálir, men fáa tey nakað av ljósi, verða nálirnar stuttar og tjúkkar.

 

Taðing og upptøka

Tá tú setur niður, er skilagott at hava umleið 70 sentimetrar millum hvørt rað og umleið 30 sentimetrar millum hvørt setepli. 

- Vit hava sum sagt ymisk sløg av seteplum, og vit hava ymisk sløg av eplatøðum. Hava fólk tørv á vegleiðing, hava vit eisini faldara um, hvussu best er at gera, sigur Ólavur Weihe. 

Hann leggur aftrat, at vanligt er at taka eplini upp aftur fyrst í september – ella, tá slokkarnir eru følnaðir, og sjálvsagt er best at taka upp í turrum veðri, og tá tað ikki er ov kalt. 

 

Sambært vegleiðingini skulu eplini, tá tey verða tikin upp aftur, turkast og liggja í myrkri í eina ella tvær vikur.

- Í stóra handlinum hava vit eisini amboð, íløt, handskar, klæðir og ymiskt annað, og her eru øll hjartaliga vælkomin á gátt, sigur Ólavur Weihe.

 

 


 

 

- Vit selja bæði til tey, sum velta nógv og til tey, sum bara seta nøkur epli niður, sigur Ólavur Weihe, sum júst hevur fingið nøkur tons av seteplum heim til Føroya Mynd: Álvur Haraldsen