Pætur Mikkjalsson heldur ikki fram í AMO

Pætur Mikkjalsson fer at leita sær avbjóðingar aðrastaðnis til komandi kappingarár

Pætur Mikkjalsson verður ikki á liðmyndini hjá AMO komandi kappingarár

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO eru við 99,9 prosents vissu vinnarar av næstbestu svensku hondbóltsdeildini, og flyta harvið upp í bestu svensku hondbóltsdeildina.

 

Karlskrona kann vinna seg upp á sama stigatal sum AMO, 42 stig, men AMO er betri innanhýsis, og AMO hevur ein málmun, ið er 25 mál betur enn tann hjá Karlskrona.

 

Í seinasta umfarinum komandi fríggjakvøld møtir AMO á heimavølli Rimbo, ið er næstaftast í deildini við bert 11 stigum, og eru staðfestir at flyta niður í triðbestu deildina. Tað er einki sum talar ímóti, at AMO fer at vinna tann dystin. Heldur einki talar fyri, at Karlskrona í tórførum útidysti móti Tyresö fer at vinna ein stórsigur við 25 málum. 

 

- Kenslan er góð. Hetta merkir sera nógv fyri øll rundan um AMO, og nógv fyri alt fólkið í Alstermo. Eg fekk sum so ongan serligan leiktlut í dag, sjálvt um eg stóð nakrar minuttir í verjuni.

 

Og heldur minna spælitíðin í dag skyldast helst, at Pætur fer at skifta til annað felag til komandi kappingarár: - Eg verið ikki verandi í felagnum til komandi kappingarár. Enn fái eg tó ikki sagt hvaðani leiðin gongur, sigur Pætur í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Tað vera annars tveir hoyvíkingar í bestu svensku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Óli Mittún fer at halda fram í Sävehof, og Rói á Skipagøtu fer at spæla við Hallby. 

 

 

 

Pætur Mikkjalsson verður ikki á liðmyndini hjá AMO komandi kappingarár