Parkeringsøkið stongt í smb. við Ljósfest

Tann 13. august verður parkeringsøkið við SEV-húsið stongt í samband við fyireikingarnar til Ljósfest, sum verður í Vági um vikuskiftið.

 

Vágs Kommuna heitir á bileigarar um at flyta bilarnar av økinum seinast hósmorgunin klokkan 8.00.

 

Parkeringsøkið verður væntandi stongt til týsdagin 19. august. Í hesum tíðarskeiðið verður víst til onnur almenn parkeringsøkir í Vági.

 

Viðvíkjandi løðing av el-bilum

 

El-bilaeigarar hava atgongd til løðistøðina hjá SEV á parkeringsøkinum fram til leygardagin 16. august klokkan 10.00, tá Ljósfest fer í gongd. Atgongd verður aftur til løðistøðina mánamorgunin, skrivar vagur.fo.