Pílagrímsferðin til Vágs

- Tað var júst har at rokk’n’roll bylgjan fyrstu ferð rakti Føroyar í 1959, sigur Rani Nolsøe. Hann ferðast annars kring landið við fyrilestri sínum.

Rani Nolsøe hevur verið pílagrímsferð, og ferðin gekk til USA. Ein tónleikaferð aftur til røturnar.

 

Hann ferðast í hesum døgum kring landið og greiðir frá ferðini. og bók er eisini ávegis.

 

Tann 5. februar vitjar Rani í hølunumhjá Biskupskeldu í Vági. Og hann gleðir seg at koma til Vágs.

 

- Tað var júst har at rokk’n’roll bylgjan fyrstu ferð rakti Føroyar í 1959, sigur klaksvíkingurin, ið hevur ættarbond til Vágs.

 

Rani lýsir tiltakið soleiðis:

 

Søgan um modernaða tónleikin í orðum, myndum og tónleiki.

 

Vælkomin við á tónleika ferðina aftur til dørpu røturnar í USA og fram til føroysku blómubarnamoldina.

 

Kom við til eitt hugnaligt tiltak tann 5. februar í Biskupskelduhúsinum í Vági við fyrilestri og tónleiki, sum verður hildið í samband við nýggju bókina 'Endiliga - rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar', sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.

 

Um ein ognar sær atgongumerki, ið fæst á atgongumerki.fo, so er hetta við í keypinum:  Fyrilesturin í myndum, orðum og tónum og ein fær bókina tá hon kemur út tann 29. mars 2025.

 

Skráin á fyrilestraferðini er henda:

 

Tann fyrsti fyrilesturin verður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn tann 31. januar.

 

-Í februar fari eg at vitja í Biskupkelduhúsinum í Vági tann 5. februar, í Gulu Smiðju í Runavík tann 11. februar og Úti á Bø í Sandavági tann 19. februar við fyrilestrinum 'Pílagrímsferðin til New Orleans', sigur Rani Nolsøe.