Donsk løgregla skal taka sær av einum ferðsluóhappi, sum var í Hvannasundstunlinum mánadagin í síðstu viku. Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini. Orsøkin til tað er, at tað var ein politibilur sum var annar parturin í ferðsluóhappinum. Politibilurin var ákoyrdur.
Smálutirnar í málinum fær vaktleiðarin ikki greitt frá enn, tí avhoyringar skulu gerast, og tá løgreglufólk til arbeiðis eru partur av málinum, kann føroyska løgreglan ikki taka sær av mállinum. Tað verður tí løgregla úr Danmark, sum skal kann tað málið og gera neyðugar avhoyringar og taka støðu til møguliga skuldsetingar.
Løgreglan segði annars frá seinasta týsmorgun, at ferðsluóhappið hendir um 11 tíðina mánadagin, og at báðir bilarnir gjørdust vrak, og at eingin fólkaskaði var. Báðir bilførararnir vóru kortini fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Annars fekk løgreglan í gjár fráboðan um førara, sum koyrdi heldur ótrygt og tí var illgruni um rúsdrekkakoyring. Men tað vísti seg, at tað var tað ikki.
Ein fráboðan kom um, at eldur var í bili, sum varð sløktur, meðan fráboðarin tosaði við løgregluni. Tað verður kannað nærri.
Úr sørvági kom fráboðan um olju á vegnum. Eitt lítið ferðsluóhapp var á Vegnum Langa Hoyvík, har annar bilurin ikki helt frástøðuna, og í Havn var onkur, sum boðaði frá bardaga í gøtunum, men talan var bara um kátar grýlur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.