Posta hevur fingið nýggjan fíggjarleiðara

Hann er drúgvar royndir úr slíkum arbeiði

Posta hevur fingið nýggjan fíggjarleiðara. Tað er Jógvan Joensen, sum er miðvingur, men býr í Havn. Posta sigur í tíðindaskrivi, at Jógvan hevur drúgvar royndir frá fíggjarliga økinum eitt nú innan búskap og fíggjarligar greiningar.

 

Hann kemur úr einum starvi sum íløguráðgevi hjá Betri Banka og hevur áður arbeitt við fíggjarligum greiningum hjá Magn og SKAT í Danmark. Jógvan er eisini virkin sum nevndarlimur í Fastogn og øðrum feløgum.

 

 Jógvan tekur við eftir Tummas Nielsen, sum heldur fram í Posta sum ráðgevari.