Posta skal ikki kappast við privatu vinnuna

Almenna partafelagið Posta skal ikki kappast við privatu vinnuna, men halda seg til sítt kjarnuvirmsemi, sum er at bera út brøv og pakkar, heldur landsstýrismaðurin

Tá Tórshavnar kommuna bjóðaði út tænastuna at koyra mat út til pensjónistar og millum røktarheim í býnum, var almenna partafelagið Posta nógv bíligari enn privatu veitarnir.

Seinastu trý árini hevur hevur Fa Petra, nú Sp/ F Petra Tausen, havt uppgávuna, sum í 2019 varð boðin út til at galda í trý ár. Seinni var sáttmálin longdur fram til 31. desember í 2024.

Kommunan skrivar, at í tráð við innkeyps- og útboðspolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, var avgjørt at biðja um tilboð upp á tænastuna at koyra mat tú til fólkapensjónistar, ið Heilsu- og umsorganartænastan varðar av.

Biðið var um tilboð upp á tíðarskeiðið 2025-2028.

Trý tilboð komu inn, har Posta hevði nógv lægsta tilboðið.

1. Posta: 865.000 krónur um árið

2. Fa Petra: 1.600.000 krónur um árið

3. Auto: 2.754.200 krónur um árið.

Posta vann útboðið um at koyra mat út til pensjónistar í Havn.

 – Posta hevur undirbjóðað, sigur privati veitarin.

– Vit hava roknað okkum fram til ein vinning av hesum, sigur Posta. 

Landsstýrismaðurin sigur, at Posta als ikki skal kappast við privata vinnu, men halda seg til sítt kjarnuvirksemi, sum er at bera út brøv og pakkar.

Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í lesasølu kring landið. Har er samrøða við Áslak Tausen frá veitaranum Sp/F Petra Tausen, við virkandi stjóran á Posta, Edvard Remberg og við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, sum varðar av Posta.

Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med4##

##med5##

##med2##

##med3##