Pressan varð sett í túnið at rusta

Felagið fyri grafisk listafólk, ListGraFo, hevur nú í átta ár stríðst fyri at finna sær innivist onkrastaðni í Havn. Tilgongdin hevur verið merkt av sáttmálabroti og brotnum lyftum frá kommununi, sigur Jóna Rasmussen, forkvinna í ListGraFo.

 

Málið er meira samansett enn so, og ListGraFo hevur vrakað ov nógv uppskot frá kommununi, sigur Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini.

Søgan um hóskandi høli til ListGraFo byrjar heilt afturi í 2013, tá grafisku listafólkini fingu innivist í hølunum hjá kvøldskúlanum í Kongagøtu 7 í Havn, og hølini í veghædd vórðu sett í stand til endamálið.

Húsini høvdu staðið til sølu í langa tíð, og í desember sama ár fingu listafólkini boð frá kommununi um, at tey kundu keypa húsini. Prísurin á húsunum var settur at vera 2,5 mió. kr., men sambært ListGraFo hevði Heðin Mortensen gjørt teimum greitt, at um tey megnaðu rinda 500.000 krónur, skuldi kommunan stuðla við restini. Hóast bankalán fekst til vega, vórðu húsini seld øðrum keypara.

 

Nú hølini í Kongagøtu vóru seld, varð neyðugt at flyta, og í februar í 2014 slapp ListGraFo inn í fysikkstovuna í kommunuskúlanum. Um hetta mundið hevði kommunan ætlanir um at gera kommunuskúlan til lista- og mentanarhús, og felagið sendi tí eisini umsókn til kommununa um at fáa fast innivist í skúlanum. Listahúsið gjørdist kortini av ongum, og tá Bústaðir keyptu kommunuskúlan í 2015, fekk ListGraFo boð um at flyta amboð og útgerð oman í gomlu evningsstovuna undir auluni.

Eitt gott ár seinni, í 2016, skuldi skúlin brádliga tømast. Tey í ListGraFo fingu ikki boð um, at skúlin skuldi tømast, men ein av lærarunum hevði boðað Jónu Rasmussen frá, at fólk vóru farin undir at tøma skúlan. Jóna Rasmussen skundaði sær oman á skúlan, og tá gjørdist greitt, at fólk vóru farin undir at taka av lutunum og amboðunum hjá ListGraFo. Fólk høvdu lagt amboð hjá ListGraFo av við at hefta lepar á tey, og yvirhøvur høvdu fólk havt fríar teymar at taka tað, ið teimum lystu.

Endin varð, at ListGraFo fekk fatur í umboði hjá kommununi, ið fekk skipað fyri, at verkstaðurin hjá teimum varð plombaður, soleiðis at amboð og maskinur fingu frið.

 

Tað gjørdist tó skjótt greitt, at evningsstovan skuldi brúkast til verkstað hjá handverkarunum, nú teir fóru undir at byggja skúlan um til lestraríbúðir. Fyrstu tíðina stóðu maskinurnar hjá ListGraFo í hølunum, meðan hølini vórðu brúkt til verkstað hjá handverkarunum, og hetta fór illa við maskinunum, sigur ListGraFo.

– Vit óttaðust, nú tað skuldi vera eitt byggipláss, men vit fingu at vita, at vit kundu bara vera har, sjálvt um tað var eitt byggipláss. Tá teir skóru hol í múrin til tey stóru vindeyguni, fór eg inn at hyggja. Har stóðu maskinurnar, málingablikk vórðu koppað omanyvir, og grús frá betonginum lá ímillum allastaðni, sigur Jóna Rasmussen, forkvinna í ListGraFo.

Men um tað var ringt fyri maskinurnar at standa á verkstaðnum, so varð tað munandi verri, tá maskinurnar av onkrari orsøk í oktober í 2017 vórðu settar útum í regnið.

ListGraFo hevði tó einki fingið at vita, um at maskinurnar vórðu settar útum, og tað kom tí sum ein skelkur, tá fólk søgdu teimum í ListGraFo frá, at øll útgerðin hjá teimum stóð uttanfyri.

 

Fáa leigusáttmála um evningsstovuna

Um sama mundið hevði kommunan fingið tað hugskot, at ListGraFo og grafiski kvøldskúlin skuldu vera í sama verkstaði. Frá kommununi vóru boðini, at tað bar ikki til at hava tveir grafiskar verkstaðir, og tí máttu teir sláast saman. ListGraFo metti ikki, at hetta var ein góð loysn, men í 2018 hevði kommunan gjørt av, at so skuldi vera.

 

Hóast kvøldskúlin var komin upp í leikin, so gekk framá, og í februar í 2018 fekk ListGraFo leigusáttmála at undirskriva, sum var góðkendur av bæði fíggjarnevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Um sama mundið varð eisini farið undir at umvæla evningsstovuna, soleiðis at stovan hóskaði til endamálið hjá kvøldskúlanum og ListGraFo. Umvælingarkostnaðurin var 100.000 krónur, og peningurin varð tikin av kvøldskúlakontuni, vil ListGraFo vera við.

Í apríl mánaði komu tó boð frá kommununi um, at eingin verkstaður verður í gomlu evningsstovuni kortini, tí hølini skulu nýtast til ein skúlaflokk.

Tey í ListGraFo, sum hava ført dagfest yvirlit yvir hendingarnar í málinum, siga, at tað gingu bert fýra dagar, frá tey høvdu góðtikið sáttmálan, til hann varð tikin aftur, tí Skúlin á Fløtum skuldi inn í hølini. Játtað varð umvegis telefon og teldupost, men stundir vóru ikki at undirskrivað leigusáttmálan.

Sum avleiðing av hesum fekk ListGraFo advokatin hjá Listasambandi Føroya upp í leikin, og hann játtaði fyri ListGraFo, at sáttmálin var bindandi.

 

Fáa hjárúmið í fimleikahøllini

Sum plástur á sárið fekk ListGraFo bjóðað ovaru av teimum báðum fimleikahallunum í kommunuskúlanum, sum frammanundan skuldi nýtast til annað listarligt endamál. ListGrafo fekk at vita, at pláss kundi gerast til teirra í hjárúminum undir balkongini.

ListGraFo gjørdi kommununi greitt, at nýggja tilboðið kundi ikki góðtakast, og felagið vildi halda seg til tær avtalur, ið vóru gjørdar. Hjárúmið var ov lítið til stóru maskinurnar, ið felagið nýtir í prentframleiðsluni, og harumframt fór tað at vera ov trupult, at tríggir partar - ListGraFo, Kvøldskúlin og Føroysku Myndlistafólk - skuldu vera um sama høli. Semja var í felagnum um, at hetta fór at hava við sær, at ListGraFo kundi ikki hava sítt virksemi í friði.

 

Tá tað ikki eydnaðist at halda seg til avtaluna, gjørdi ListGraFo av at kæra kommununa til løgtingsins umboðsmann. Løgtingsins umboðsmaður metti kortini ikki, at grundarlag er fyri kæruni. Í svarinum frá løgtingsins umboðsmanni stendur, at av tí at talan er um leigusáttmála millum eitt felag og kommununa, er talan um privatrættarligt virksemi og ikki fyrisitingarligt virksemi hjá kommununi, og at løgtingsins umboðsmaður tí ikki hevur heimild at viðgera spurningar um gildi av leiguavtaluni.

 

Útgerðin fer í niðaru høllina

Í sama mánaði, í mei í 2018, var ListGraFo á fundi við kommununa, og sambært ListGraFo vildi Gunnvør Balle bjóða teimum niðaru høllina ístaðin, tí tann høllin stóð tóm. Hetta metti ListGraFo vera eina virðiliga loysn. Høllin er stór og rúmlig, og eingin annar var í høllini frammanundan, so hana kundu tey hava fyri seg sjálvi.

Stutt eftir varð farið undir at flyta amboð og maskinur úr evningsstovuni í fimleikahøllina.

Nakrir mánaðir gingu, men einki hendi í málinum, og tí gjørdi ListGraFo av at fregnast eftir tíðindum. Svarið frá kommununi í januar í 2019 var, at tey fáa aftur bjóðað ovaru høllina. Kommunan segði orsøkina vera vantandi brunatrygd í hallunum báðum, vil ListGraFo vera við.

ListGraFo helt lítið um tíðindini, tí nú hevði felagið fingið bjóðað høllina í neðra, og har vildu tey vera.

Evningsstovan aftur upp á talu

Tveir mánaðar seinni kom brádliga aftur vend í málinum. ListGraFo vil vera við, at Sigurð Ólason Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, lovaði ListGraFo inn aftur í evninggstovna, tá Skúlin á Fløtum varð liðugur, og skúlaflokkurin, sum húsast í hølunum, flytir niðan í nýggja skúlan.

– Tað var aftur ein ástaðarfundur. Bara eg og Kári Svensson vóru frá okkum í ListGraFo, og Sigurð Ólason Vang var einsamallur fyri kommununa. "Nú sær tað soleiðis út, at tit fáa skúlastovuna, tá Skúlin á Fløtum er liðugur." segði hann. Og glað vóru vit, sigur Jóna Rasmussen.

Longu mánaðin eftir var aftur galið. Nú ljóðaðu boðini, at talan hevði verið um eina misskiljing, og at tað kundi møguliga koma upp á talu, at tað varð skotið upp fyri politisku skipanini, at ListGraFo skuldi aftur sleppa inn í evningsstovuna.

Hetta varð av ongum, og sambært ListGraFo visti eingin til nakað tilmæli.

Í heila tikið fýlast umboðini hjá ListGraFo á, at tá ListGraFo hevur verið á fundi við kommununa, hevur ongantíð verið nøkur fundarskrá. Somuleiðis hevur felagið ongantíð fingið nakað fundarreferat, og tey ivast í, um nakar frá kommununi yvirhøvur hevur ført referat.

– Hevur tú einki fundarreferat, so eksisterar ListGraFo ikki, avtalur eksistera ikki, og sáttmálar eksistera ikki, sigur ListGraFo.

 

Maskinurnar goymdar burtur

Í august í 2019 skuldi niðara høllin í Finsen renoverast, og maskinurnar og amboðini hjá ListGraFo, sum høvdu staðið í høllini, vórðu flutt í eina bingju. Stóra pressan varð flutt í goymslu á Hjalla, og bingjan við hinum trimum pressunum og øllum hinum lutunum stendur onkrastaðni á bingjuplássinum í Kollafirði. Tíverri vórðu fleiri lutir burtur undir flytingini, og ListGraFo veit ikki at siga, hvørjum standi pressurnar og lutirnir í bingjuni eru í.

 

Í apríl mánaða árið eftir varð ListGraFo bjóðað út at hyggja eftir einum hølum á Argja skúla. Við teimum er Gunnvør Balle, og tosað verður um tey lyftini, ið kommunan hevur gjørt um innivist í Finsen. Sambært ListGraFo vil Gunnvør Balle tá vera við, at teimum varð ongantíð lovað niðaru høllina í Finsen, og tað er heldur ikki fest á skjal nakrastaðni.

Felagið sá Argja skúla, men hevði ikki viðgjørt uppskotið innanhýsis, tó at Gunnvør Balle meinar at tey hava sagt ja til tað. Hetta kenna listafólkini onki til.

 

Í juni sama ár gerst á býráðsfundi greitt, at kommunan hevur latið Talvfelagnum evningsstovuna. Fleiri andstøðulimir í býráðnum tala at, og sambært ListGraFo er endin, at Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri javnaðarflokkin, krevur, at málið verður sett á skrá til komandi fund, har atkvøðast kann um tað.

 

Tá komið er inn í juli mánaða gerst tó greitt, at støðan fer ikki at broytast, og ístaðin hevur ListGraFo hesaferð fingið boðið at hyggja eftir einum hølum í Tórsgøtu og einari skúlastovu á gamla Gula skúla. Tað gjørdist skjótt greitt, at hølini í Tórsgøtu vórðu ikki egnað til endamálið hjá ListGraFo.

Felagið kennir ikki til nakrar samráðingar um Gula skúla, og tey siga seg hava mist álitið á, at kommunan fer at fáa hetta at bera á mál, siga tey.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Sigurði Ólason Vang.