Pro vita skal av fíggjarlógini

Skil okkum rætt:

 

Hetta skrivið snýr seg ikki um, hvat Pro Vita stendur fyri, men heldur tað, at ein slíkur felagsskapur er heftur á ein hátt, sum ikki hoyrir heima á excel-skjalinum hjá almennu Føroyum.

 

Pro Vita skal hava loyvi til at hava teirra áskoðan, óansæð, um man er samdur í henni ella ikki, men somu áskoðan skal skattgjaldarin ikki hefta fyri.

 

Sum nú er stendur Pro Vita til at fáa 300.000 kr. av fíggjarlógini. Tað meta vit er skeivt.

 

Tí vilja vit í Framsøkin Ung heita á løgtingið um at strika hesa játtanina.