Fjeppari fær 40 ára bann frá leikvøllinum hjá PSV

20 ára gamli PSV-fjepparin, ið leyp á málverjan hjá Sevilla sleppur ikki á leikvøllin hjá PSV aftur fyrrenn í árinum 2063

Tað hevur fingið sera álvarsamar avleiðingar fyri ein 20 ára gamlan fjeppara hjá PSV, at hesin leyp á málverjan hjá Sevilla, Marko Dimitrovic í Europa League dystinum millum PSV og Sevilla á heimavøllinum hjá PSV.

 

20 ára gamli fjepparin situr nú í geglinum. Niðurlendska dómsvaldið dømdi mannin tríggjar mánaðars fongsulsrevsing fyri álopið.

 

Maðurin sleppur ikki at síggja PSV á heimavølli aftur fyrrenn í árinum 2063. PSV hevur givið manninum eitt bann upp á heili 40 ár.

 

Haraftrat kannar PSV um tey kunnu krevja eitt stórt endurgjald frá 20 ára gamla fjepparanum.