Psykologurin áttati ár í dag

Í dag verður Eyðun Joensen í Havn áttati ár.

Í Klaksvík, har hann er uppvaksin, kallaðu tey hann Eyðun hjá Elektrikaranum.

 

Í føðingardagsheilsan í Sosialinum um vikuskiftið skrivar Karin Kjølbro millum annað, at Eyðun er fyrsti føroyingur, ið hevur tikið universitetsprógv sum kliniskur psykologur. Fyrstu mongu árini eftir at hann var komin aftur eftir lokið prógv, var hann í Havn bert nevndur »psykologurin«, og hann var í meiri enn tríati ár í so mongum høpi fremsta umboð fyri sálarfrøðina í Føroyum.

 

Eyðun er sonur Rudolf og Jóhonnu Joensen og vaks upp á Biskupsstøð. Hann hevur ein eldri bróður, Regin, ein yngri bróðir Mikkjal og eina yngri systir, Ruth. Báðir brøðurnir eru farnir, og Ruth býr í Danmark.

 

Eyðun misti pápan, tá hann var seks ára gamal, og Karin Kjølbro skrivar í heilsanini, at hon minnis so væl, at mamman legði børnunum eina við, at tey skuldu vera góð við børnini hjá Jóhonnu, tí pápi teirra var deyður. Karin Kjølbro skrivar eisini, at hon við drúgvari hjálp frá beiggjanum Svend, helt fram við el-virkinum, sum hon og maðurin stovnaðu, tá tey komu úr Danmark til Klaksvíkar seinast í tríatiárunum.

 

Eyðun fór á studentaskúla í Haslev í 1960 og hann tók prógv sum kliniskur psykologur um ársskiftið 1972/73

 

Hóast einki starv var sum psykologur, tá hann flutti heim, so fekk hann nógvar uppgávur á nýggju psykiatrisku deildini á Landssjúkrahúsinum og á Læraraskúlanum.

 

Tað var á Biskupsstøð í Klaksvík, at vøggan stóð. Mamman, Jóhanna, sum varð nevnd Jóhanna hjá elektrikaranum, var av Tvøroyri, og pápin, Rudolf, var úr Sørvági. Tey komu til Klaksvíkar í 1938, bygdu út í sjógvin á Biskupsstøð, og fóru við stórum eldhuga og nærlagni undir at reka elvirkið, sum síðani varð nevnt hjá Rudolf elektrikaranum.

 

Tað gekk væl við elverkstaðnum og handlinum, ið mentust saman við stóra virkseminum, sum var í bygdini – bæði á sjógvi og landi.

 

Í 1949, meðan Jóhanna gekk við óføddu dóttrini, rakti vanlagnan. Rudolf gjørdist sjúkur, og jóladag andaðist hann. Tað var sjálvandi øgiligur smeitur, sum legði myrkar skuggar yvir familjuna og bygdina. Jóhanna gavst ikki á hondum. Hon rak virkið víðari, og eitt nú stuðlað av beiggjanum, Svend elektrikaranum, sum hevði lært hjá sváginum, var virkið hjá Rudolf elektrikaranum í nógv ár millum tey fremstu á sínum øki í Klaksvík.

 

Tað er merkisvert, hvussu djúp spor Rudolf elektrikarin setti eftir seg í Klaksvik. Skeiðið hjá honum har norðuri var bara gott og væl í tíggju ár, men tá ið virkið verður umrøtt, so fyllir tað nógv. Eitt nú eru teir nógvir, sum lærdu har, og arbeiðini eru fleiri, sum virkið hevði ábyrgdina av. Eitt nú stóðu tey fyri elútbyggingini í flestu bygdunum í Norðoyggjum og í Leirvík.

 

Í sínum nógva og víðfevnda virki sum sálarfrøðingur hevur Eyðun dugað væl at kobla fakliga førleikan saman við lívsroyndunum og harvið megnað at møtt vanliga fólkinum í umhvørvum, sum tey kenna. Hann vaks upp í grannalagnum, har Nólsoyar Páll livdi síni síðstu ár, fjøran og sjógvurin vóru so at siga í túninum, og árið við sluppini Fimm Systrum hjá Símuni Dáva Kalsø og árið sum vikarur í skúlanum í heimbygdini vóru góður førningur at hava við sær inn í sálarfrøðislesturin.

 

Á Haslev Gymnasium leyk Eyðun studentsprógv, og so fór hann undir lestur í Keypmannahavn. Millum føroyingar var tað mest sum óhoyrt at lesa pedagogiska-psykologi, og tá ið hann um sumrarnar vann sær nakrar krónur millum bygdamenninar, mundi tað mangan verða fregnast um, hvat Eyðun ætlaði at brúka hetta til. Eyðun hevur onkuntíð sjálvur sagt, at fyrstu lestrarárini kendist tað soleiðis, at hann vóð út í ánna og ofta ætlaði at vassa í land aftur, inntil hann varð tilvitaður um, at nú var meiri enn hálvur teinurin rokkin, og at tað fór at verða skjótari at gera seg lidnan, enn at venda aftur.

 

Um ársskiftið 1972-73 var lesturin liðugur. Eingin sálarfrøðingur var í Føroyum, og ivaleyst hevði tað verið ómakaleysari at funnið sær starv í skjótt vaksandi danska vælverðarsamfelagnum. Men Eyðuni longdist heim aftur á klettarnar, og tað var sanniliga brúk fyri honum. Hann hevur sjálvur greitt frá, hvussu tað spældi saman, tá ið hann kom á Statshospitalið og samstarvaði við Árna Olsen, og tá ið tilvitanin um tey sinniliga veiku og tey menningartarnaðu øktist í føroyska samfelagnum, sum áður so at siga ikki hevði rúmað hesum fólkunum.

 

Millum fakfólk er tað tiltikið, hvussu væl Eyðun megnaði at økja um fatanina fyri sínum faki, hvussu væl hann dugdi at skekla hetta inn í føroyska samfelagið, hvussu arbeiðssamur hann var, og hvussu væl frágingnar uppgávurnar hjá honum vóru. Hava hoyrt frá bæði lækna og sálarfrøðingi, at tað er fragd at lesa journalirnar, sum Eyðun hevur skrivað.

 

Tað vóru boð eftir Eyðuni so nógva staðni frá. Hann var í mong ár formaður í Filmseftirlitinum, og tey, sum í sjeyti árunum lærdu til sjúkrasystir og lærara, minnast Eyðun sum meistarligan undirvísara í sálarfrøði. Sambandið við skúlarnar varðveitti hann í nógv ár sum próvdómari.

 

Haraftrat hevur Eyðun verið við til at ríkað føroyingar við nógvum væl skrivaðum greinum í bløðunum, hann hevur bergtikið okkum í sendingum í útvarpinum um lívsins stóru spurningar – eitt nú um sorgina sum hann varð raktur av so tíðliga, og sum hann við sínum serliga orðavali hevur dugað at lýsa í samansjóðing millum fakliga førleikan og persónligu royndirnar.

 

Eyðun er giftur Karin Djurhuus, sum er ættað úr Vági og uppvaksin í Havn. Tey eiga børnini Rúna og Elina.