Putin opin fyri samráðingum í Slovakia

ES-landið Slovakia hevur bjóðað sær at vera vertur fyri friðarsamráðingum millum Russland og Ukraina.

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, vitjaði Vladimir Putin í høvuðsstaðnum í Russlandi, Moskva, 22. desember. (Arkivmynd). - Mynd: Gavriil Grigorov

Og Russland tekur fegin ímóti teimum innbjóðingunum.

Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

- Vit eru ikki ímóti tí, um tað kemur til tað, segði Putin.

Fráboðanin kemur nakrar dagar eftir, at forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, vitjaði Putin.

- Hví ikki? Tá Slovakia hevur tikið eina slíka neutrala støðu, sigur Putin og vísir til møguligu friðarsamráðingarnar í landinum.

Slovakia er eitt av fleiri ES-londum í Mið- og Eysturevropa, sum hevur víst ivasemi um stuðulin hjá ES til Ukraina í stríðnum móti Russlandi.

 

Ritzau/Reuters

 

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, vitjaði Vladimir Putin í høvuðsstaðnum í Russlandi, Moskva, 22. desember. (Arkivmynd). - Mynd: Gavriil Grigorov