Í løtuni er ikki møguligt at koma innar á ráðhúsið í Lemvig, og starvsfólk sleppa ikki út.
Orsøkin er, at okkurt, ið minnir um eina hondgranat er funnið tætt við, har løgreglan heldur til. Løgreglustøðin er í eina endanum av ráðhúsinum.
Økið var avbyrgt um 14 tíðina danska tíð.
Sambært Lemvig Folkeblad, vóru tað borgarar, ið gjørdu vart við, at okkurt, ið minti um hondgranat, lá á økinum við ráðhúsið.
Í løtuni verður bíðað til Forsvaret hevur kannað málið, og sonevnda ruddingardeildin hevur tikið sær av málinum.