Rakul vann á Anniku og Lív í bestu donsku hondbóltsdeildini

Ringkøbing vann týdningarmiklan sigur í botnstríðnum

Seinnapartin tók liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing móti liðnum hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg á heimavølli í Green Sports Arena í Ringkøbing.

 

Tað eydnaðist Ringkøbing at vinna týdningarmiklan 31-30 sigur. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 16-12.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størsta partin av tíðini, men tá Rakul fekk møguleikan bjargaði hon fýra av átta málroyndum.

 

Johanne Graugaard vardi málið hjá EH Aalborg størsta partin av tíðini, og tað eydnaðist ikki Anniku at fáa nakra bjarging í teimum sjey málroyndunum, ið vóru móti málinum hjá henni.

 

EH Aalborg er fjórðaftast í deildini við seks stigum, meðan Ringkøbing er aftast við fimm stigum, sama stigatali sum Aarhus og Bjerringbro.