Rendu seg føst í kavanum - máttu bíða til í morgun

Løgreglan hevur eina áheitan á tey, sum fara millum bygdir í bili

Aftur í gjárkvøldið fór at kava og fleiri staðni legðist nógvur kavi niður. Løgreglan sigur, at tað hevur elvt til trupulleikar ymsastaðni, tí bilar hava staðið fastur í kavanum.

 

Bæði í Vatnsoyrum, á Oyndafjarðarvegnum, og á vegastrekkinum Millum Fjarða, niðan ímóti Norðskálatunlinum, stóðu bilar fastir.

 

Fólkini í bilinum, sum rendi seg fastan í Vatnsoyrum, fekk hjálp frá bjargingarliðnum, men fólkini í hinum bilunum máttu brynja seg við toli og bíða til Landsverk fór at grava í morgun.

 

Í hesum sambandi heitir løgreglan á tey, sum ætla sær ímillum bygdir í bili, um at hugsa seg serliga væl um, um tað nú er ráðiligt, og neyðugt, at fara.

 

Og tey, sum fara, eiga at hava teppi við – og eina lødda fartelefon, tí líkindini eru so vánaligt.

 

Nú klokkan 8.30 í morgun, boðar Landsverk frá, at tað er hált ið støðunum um alt landið og at tað rýkur í ælunum.

 

Tað er ikki koyrandi til Skælings, Gjáar, Elduvíkar, Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Saksunar, Dals og til Skarvanes. 

Við Gøtugjógv er bara eitt spor grivið, og tað kann tarna ferðsluni, sigur Landsverk.